Tíðindi

Trygt fram við Fønix

18. august 2023

P/F Fønix hevur verið stuðul hjá HSF í 2022 og 2023, og verða teir nú stórstuðlar í 2024 og 2025. Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, var herfyri og vitjaði hjá Fønix á Mykinesgøtu 8, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður saman við Bárði Simonsen, stjóra í Fønix. Fønix er fyritøka, sum m.a. selur alskyns útgerð […]

Óli og Silja heiðraði

14. august 2023

U19 HM og U17 Championship kappingarnar eru av. Sum vanligt, so vóru All-Star lið kosin eftir kappingarnar og vóru tveir føroyingar heiðraðir.

U17-kvinnur: Ov stuttar til EM-plássið

13. august 2023

Føroysku U17-kvinnurnar taptu 32-27 fyri Litava í dag og endaðu harvið nummar 4 í EHF Championship kappingini í Baku. Hálvleiksstøðan var 20-16 til Litava. Føroyar megnaðu harvið ikki at vinna sær pláss til U19 EM-endaspælið í 2025, tá bert trý tey ovastu liðini í hesari kappingini sleppa við.

U19-menn: Endaðu á 8. plássið

13. august 2023

Føroysku U19-mennirnir vóru ov stuttir móti Noreg í dystinum um 7. plássið í HM-endaspælinum. Noreg vann dystin við trimum málum 38-35, eftir hálvleiksstøðuna 22-19, til Noreg.

U17-kvinnur: Slovenia ov sterkar

13. august 2023

Føroysku U17-kvinnurnar taptu EHF Championship hálvfinaluna fyri Slovenia. Dysturin endaði 31-25, eftir hálvleiksstøðuna 15-11. Føroyar skulu nú spæla móti Litava um triðja pláss í kappingini.

U19-menn: Enn ein gýsari

11. august 2023

Eydnan hevur ikki verið við føroysku U19-monnunum í gjár og í dag. Føroyska liðið tapti plaseringsdystin móti Portugal 41-40, eftir brotskastkapping. Vanligi dysturin endaði 35-35, eftir at hálvleiksstøðan var 19-17 til Føroyar. Føroyar skulu nú spæla um 7. pláss í HM-endaspælinum sunnudagin.

U19-menn: SO NÆR VIÐ!

10. august 2023

Dagsins tap í HM-fjórðingsfinaluni svíður. Føroyar taptu 38-34 fyri Egyptalandi, eftir at dysturin endaði 31-31 eftir vanliga leiktíð. Hálvleiksstøðan var 13-13. Tapið svíður, tí okkara vóru frammanfyri 31-28, tá bert ein minuttur og 15 sekund restaðu, men vóru tíverri óneyvir og óhepnir seinasta minuttin og Egyptaland javnaði í seinasta sekundi.

U17-kvinnur: Stórtap fyri Spania

10. august 2023

Føroysku U17-kvinnurnar megnaðu ikki at gera nógv við sponsku kappingarfavorittarnar. Føroyar taptu greitt 38-18, eftir hálvleiksstøðuna 20-10 til Spania. Okkara eru, hóast tapið, víðari til hálvfinalurnar, sum nummar 2 í bólkinum.

Ein loysn frá Sendistovuni