U17-kvinnur: Stórur niðurlendskur biti

Føroyar høvdu tað trupult móti Niðurlondum, sum er milum sterkaru liðini í EM-endaspælinum. Niðurlond vunnu 30-15, eftir hálvleiksstøðuna 18-8. Føroyar skulu sostatt komandi vikuna spæla um plássini 9-24 í EM-endaspælinum.

Føroyar fingu eina tunga byrjan uppá fyrra hálvleik og vóru aftanfyri 8-1 tá 11 minuttir vóru leiktir. Ágangandi niðurlendska verjuspælið trýsti og órógvaði føroyska spælið almikið. Okkara høvdu ilt við at koma til møguleikar og gjørdu eisini nógvar villur, sum samstundis gjørdi at niðurlendingar fingu nógv løtt mál uppá skjótálop. Føroysku venjararnir tóku leikbrá og tá batnaði. Glið kom spakuliga á málskjótingina, har serliga spælið inn á strikuna riggaði væl. Munurin vaks bert við trimum og liðini fóru til hálvleiks við 18-8 til Niðurlond.

Skoringsprosentið hjá Føroyum var niðri á 41 í fyrra hálvleiki og var hetta eisini ein trupulleiki í seinna hálvleiki móti tí sera ágangandi verjuspælinum. Tað vóru enn ov nógvar villur í føroyska spælinum og tað gekk ov illa at fáa bótin í netið. Dystargongdin líktist henni í fyrra, har Niðurlond líðandi øktu leiðsluna. Bjørk Germaine Jákupsdóttir kom inn í føroyska málið eitt sindur inn í seinna hálvleik og gjørdi hon sítt við sínum 56% í bjargingum til at Niðurlendingar bert skoraðu 12 í seinna hálvleiki, í mun til tey 18 í fyrra. Endaliga úrslitið gjørdist 30-15.

Eftir dystin var Bjørk Germaine Jákupsdóttir kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Hon hevði 6 bjarginar uppá 10 skot í seinna hálvleiki. Føroyar hava frí í morgin og skulu í komandi vikuni kappast um plássini 9-24 í EM-endaspælinum. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Føroyar – Niðurlond:
5 min. 1-3
10 min. 1-7
15 min. 4-9
20 min. 5-13
25 min. 7-14
30 min. 8-18
35 min. 9-20
40 min. 11-22
45 min. 11-25
50 min. 11-27
55 min. 13-28
60 min. 15-30

Málskjúttar hjá Føroyum:
Arina Høgnadóttir Wang 4 (2)
Bjørk Mariusardóttir 4 (2)
Maria Poulsen Hellisdal 2
Halla Haldansen 2
Meta av Fløtum 1
Lilja Skaalum Vilhelm 1
Lív Berg á Lag 1

Málverjar:
Femja Sámalsdóttir Soll 7 bjargingar, 21%
Bjørk Germaine Jákupsdóttir 6 bjargingar, 56%

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni