U17-kvinnur: Tap í dysti við glottum

Føroyar vóru væl við í løtum, serliga fyrstu 20 minuttirnar, móti sterku sveisisku U17-kvinnunum. Tað var tó eyðsýndur munur á liðunum í seinna hálvleiki, og Sveis vann 31-20, eftir hálvleiksstøðuna 16-12.

Hóast aftanfyri við hálvleik, so spældu Føroyar leingi ein fínan fyrra hálvleik móti einum av favorittunum í EM-endaspælinum. Okkara tóktust tendraðar eftir heldur stóra tapið fyri Íslandi í gjár. Verjuspælið var ágangandi frá byrjan og stóð Femja Sámalsdóttir Soll væl í málinum. Álopsspælið var tolið, og vóru okkara vandamiklar bæði við langskotum og spæli út á vengurnar og strikuna. Føroyar vóru omaná fyrstu 20 minuttirnar, men blivu heldur nógvar teknsikar villur seinastu løtuna av fyrra hálvleiki og Sveis kom fram um, og fóru til hálvleiks frammanfyri 16-12.

Føroyar skuldi stríðast meira enn Sveis fyri málini í seinna hálvleiki og leiðslan øktist so líðandi til endaliga úrslitið 31-20. Hóast málmunin, so kunnu Føroyar taka nógv jaligt við frá dystinum í mun til dystin í gjár. Skoringsprosentini vóru hægri, brotskøstini fóru í mál og vóru eisini fleiri bjargingar.

Eftir dystin var Halla Haldansen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Halla stýrdi føroyska álopsspælinum væl og var eisini toppskjútti hjá Føroyum við 5 málum. Føroyar skulu spæla aftur í ovurmorgin, leygardagin kl. 11.00, tá eitur mótstøðuliðið Niðurlond. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Sveis – Føroyar:
5 min. 2-2
10 min. 3-4
15 min. 5-7
20 min. 8-8
25 min. 12-10
30 min. 16-12
35 min. 18-13
40 min. 20-16
45 min. 24-16
50 min. 27-17
55 min. 29-18
60 min. 31-20

Málskjúttar hjá Føroyum:
Halla Haldansen 5
Arina Høgnadóttir Want 4 (2)
Fríða Eysturtún Rubeksen 2
Maria Hellisdal Poulsen 2
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 2
Lý Dávadóttir Magnussen 2
Poula Djurhuus á Neystabø 1
Vár Leo Mortansdótti 1
Bjørk Mariusardóttir 1

Málverjar:
Femja Sámalsdóttir Soll 26%

Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum til HM-endaspælið hjá monnum

8. juni 2026

Komandi mikudag, tann 10. juni kl. 16.00, føroyska tíð, verður lutakastið um bólkabýtið til HM-endaspælið hjá monnum. Tá verður eisini greitt, í hvørjum býi Føroyar skulu spæla í og hvørji mótstøðuliðini verða. Tað einasta sum er greitt, er at Føroyar ikki koma at spæla í Stuttgart og koma ikki í bólk við Fraklandi ella Italia.

Starvsnevndin óbroytt

8. juni 2026

Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Klaksvík. Sitandi starvsnevnd heldur fram.

U16-menn: Ísland eisini munin í seinna dystinum

7. juni 2026

Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni