U19-menn: Mistu á stokkinum

Føroysku U19-menninir spældu fult upp við svensku evropameistarunum, men mistu sigurin á gólvið í seinna hálvleiki. Okkara spældu framúr í fyrra hálvleiki og vóru frammanfyri 14-8, men taptu tó 22-21.

Føroyar spældu ein rimmar fyrra hálvleik. Okkara vardu 5-1 við Jákupi Egholm liggjandi frammi og hetta breyt rútmuna væl í svenska spælinum, eisini stóð Ingi Johannesen væl í føroyska málinum. Í álopinum spældu okkara eyðkenda føroyska 7 móti 6 spælið, sum hepnaðist væl og komu okkara til góðar málmøguleikar. Bakketan við Rúnari Hammer, Lýðari í Dímun og Paula Rasmussen koyrdi væl og tolið og øktu okkara sum hálvleikurin gekk. Føroyar vóru frammanfyri heili 14-8 í hálvleikinum.

Sviar tóku sær um reiggj í seinna hálvleiki og vístu sínar dygdir. Teir løgdu meira fyri mann móti manni á bakkunum, har okkara høvdu torført við at halda. Sviar dekkaðu eisini betri og stríddust. Føroyar brendu ov nógvar kjansir og revsaðu sviar, nakrar ferðir í tómt mál, tá okkara spældu 7 móti 6. Sviar áttu seinasta álopið í dystinum, har Føroyar høvdu eina útvísing og teir skoraðu í seinasta sekundinum til 22-21

Føroyar møta Kroatia kl. 12.00 í morgin, føroyska tíð. Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Svøríki – Føroyar:
5 min. 3-4
10 min. 4-6
15 min. 7-10
20 min. 8-14
25 min. 11-16
30 min. 15-18
35 min. 18-20
40 min. 22-21

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 5
Jákup Egholm 5(3)
Pauli Rasmussen 4
Magnus Árason 4
Lýðar í Dímun 2
Jón Midjord 1

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni