U19-menn: Sigur á Niðurlondum

Føroysku U19-menninir løgdu fyri við sigri í fyrsta dystinum í European Open. Føroyar vunnu 22-20 á Niðurlondum, eftir hálvleiksstøðuna 14-10 til Føroyar.

Føroyar settu seg á dystin frá byrjan. Flytførða álopsspælið koyrdi væl, og komu okkara lætt til góðar kjansir. Hóast verjuspælið ikki var heilt í topp, so hildu okkara niðurlendingum niðri á 10 málum. Innleiðandi dystirnir í European Open eru 2×20 minuttir, har Føroyar skulu spæla tveir dystir í dag. Føroyar vóru frammanfyri 14-10 í hálvleikinum.

Okkara vóru ikki heilt eins neyvir í seinna hálvleiki, og Niðurlendingar minkaðu um málmunin niður í eitt mál. Bjarni Gunnarson Jacobsen kom inn í føroyska málið og hevði fleiri góðar bjargingar. Okkara øktu aftur um munin og var sigurin sum so ongantíð í vanda. Føroyar vunnu fyrsta dystin í European Open 22-20 og møta Finnlandi seinni í dag, kl. 16.45. Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Føroyar – Niðurlond:
5 min. 5-3
10 min. 9-5
15 min. 12-7
20 min. 14-10
25 min. 16-13
30 min. 17-16
35 min. 19-16
40 min. 22-20

Málskjúttar hjá Føroyum:
Pauli Rasmussen 7
Jákup Egholm 5 (3)
Fríði í Innistovu 3
Erling Erlendsson 2
Magnus Árason 2
Rúnar Hammer 1
Haraldur Karlsson 1
Brandur Hansen 1 (1)

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni