VÍF ætlar at røkka hálvfinalunum

– Vit fara í øllum førum eftir fjórðaplássinum. Eg vænti eg at tey flestu liðini við nýggja kappingarleistinum ætla at røkka fjórðaplássinum og harvið hálvfinalunum, og tað ætla vit avgjørt eisini.

Tað sigur Andrias Eriksen, liðskipari hjá VÍF.

Í hondbóltsbygdini Vestmanna er spenningurin altíð stórur til eitt nýtt kappingarár. VÍF er vanliga við fyri at vinna, men liðskiparin torir ikki at seta so høg mál.

VÍF hevur nevnliga mist sín spæliskipara, Julian Olsen. Afturat honum er strikuleikarin, Miki Duko Sørensen farin aftur til Grønlands, meðan Hallur Arason stríðist við ein skaða. Einasta tilgongd er Magnus Múller, sum royndi seg í KÍF farna kappingarár.

– Hópurin er ikki eins breiður, sum hann hevur verið, so tað er týdningarmikið, at sleppa undan skaðum. At halda støðið verður væntandi okkara størsta avbjóðing í ár, sigur liðskiparin.

VÍF hevur framvegis mest skorandi leikara á liðnum, Filip Jojic, og føroya besta málverja, Mladen Mjerimacka. Vestmenningar eru eisini komnir væl frá byrjan. Eftir trý umfør hava teir vunnið tveir dystir og spælt ein javnleik, og fleiri ungir leikarar hava prógvað, at dugur er í teimum.

– Tað sær út til, at øll lið kunnu taka stig frá øllum, so tað er nakað, sum bendir á, at tað verður eitt spennandi kappingarár. Vit fara í øllum førum at gera okkara ítarsta at gera okkum galdandi um fremstu plássini, sigur Andrias Eriksen.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni