Ungu spælararnir størri leiklut

Neistin er mest vinnandi kvinnulið í Føroyum. Síðan 1943 hevur bláa havnarliðið vunnið FM-heitið 41 ferðir. Seinast neistakvinnur vunnu FM var í 2016.

Farna kappingarár endaði Neistin á einum fjórða plássi við 22 stigum, men hetta skal gerast betur.

Tað sigur Margit Weihe Fríðmundsdóttir, málverji hjá Neistanum.

– Hópurin er rættiliga ungur í ár, men eg haldi kortini, at vit hava eitt gott lið. Vit hava vant miðvíst síðan mai og eru væl fyri, bæði kropsliga og mentalt, sigur málverjin.

Neistin hevur mist fleiri leikarar, men eisini fingið nakað av tilgongd.

Eir Berg, Marjun Danberg, Ása á Neystabø, Rannvá Dahl, Daniella Joensen og Birita Ingolfsdóttir eru ikki við. Afturat hópinum eru komnar Maja Dragoljubovic, málverji, og Rakul Magnussen og Jenný Kragesteen, sum báðar hava slitið sínar barnaskógvar í Neistanum.

Neistin spældi sín fyrsta dyst leygardagin, sum var móti Stjørnuni. Tær vunnu 23-20. Um vikuskiftið skulu tær royna seg móti hoyvíkskvinnum, sum Margit væntar verður ein harður kappingarneyti í ár.

– Eg vænti at H71 og VÍF fara at klára seg væl í ár og at teir dystirnir verða okkara truplastu, men vit ætla sjálvsagt at leggja alt fyri at røkka steypa- og FM-finalunum, sigur Margit Weihe Fríðmundsdóttir.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni