Hóast tamarhald í góðar 45 minuttir, so hendi ein niðurbræðing av føroyska liðnum seinastu 15 minuttirnar. Føroyar taptu 35-32 fyri Ukraina, eftir at okkara vóru frammanfyri 17-14 í hálvleikinum
Føroyska manslandsliðið segði farvæl við Høllina á Hálsi við einum sannførandi 32-21 sigri á Kosovo, eftir hálvleiksstøðuna 13-9 til Føroyar. Talan var um sætta føroyska heimasigurin á rað í Høllini á Hálsi.
Hóskvøldið 7. november 2024 verður íblástrarvenjing við landsliðsvenjaran hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen, í Høllin á Hálsi og íblastur til málverjavenjing við málverjavenjaranum hjá A landsliðnum við monnum, Tom Riisgaard Jensen, í Hoyvíkshøllin.
Ein útskifting er í manslandsliðshópinum, sum skal møta Kosovo og Ukraina í komandi viku. Janus Dam Djurhuus er kallaður inn fyri Leiv Mortensen, sum er vorðin skaddur.
– Tá ið kvinnurnar í vetur skulu spæla EM-endaspæl í Sveis, krevur tað nógv fíggjarliga. Fyri at tryggja hondbóltin hjá gentum og kvinnum í Føroyum letur Betri Stuðul tí Hondbóltssambandinum 2,5 milliónir kr. sigur Jens Johan Dam, formaður í Betri.
Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.