Dómaraseðlar sjónligir á heimasíðuni

HSF hevur tikið í brúk nýggja heildarskipan og merkir hetta, at dómaraseðlar nú verða talgildir og sjónligir á heimasíðuni eftir dyst.

Á heimasíðuni undir “kappingar” ber til at klikkja á ymsu deildirnar og síðani á eintøku leiktu dystirnar, hareftir dómaraseðilin kemur fram. Har ber til at síggja dystargongdina og hagtølini frá dystinum.

Undan dysti kunnu venjarar ella annað umboðsfólk nú skráseta sínar leikarar í talgildari skipan til einstøku dystirnar. Hareftir verður dysturin avgreiddur við iPaddi í høllini og koma úrslitini nú beinleiðis á heimasíðuna.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni