U18-menn: Strilti móti Niðurlondum

Talan gjørdist um eitt lakari avrik í seinasta dystinum í Nations Cup í Lübeck. Føroyar taptu í dag 28-22 fyri Niðurlondum, eftir hálvleiksstøðuna 15-8 til Niðurlond.

Hóast Niðurlond á pappírinum vóru eitt væl veikari lið enn Týskland, sum okkara møttu fríggjakvøldið, so høvdu okkara tað trupult í dag. Hóast verjan leingi stóð heilt hampuligt, so riggaði lítið í álopinum, har okkara byrjaðu sera illa og bert fingu tvey mál fyrstu 20 minuttirnar. Spælið var stirvið, nógvar tekniskar villur og kjansir vóru brendir. Tað var eisini eitt skot fyri bógvin, at stinni miðverjin og strikuleikarin, Jón Midjord, noyddist at vøllinum stutt fyri hálvleik við skaða.

Heldur frægari gekk í seinna hálvleiki og minkaðu okkara um munin. Rúnar Hammer var aftur í dag ein støðug hóttan, og gjørdi hann eisini 9 mál. Okkara minkaðu niður í 3 mál, men komu ongantíð nærri og vaks munurin aftur seint í dystinum.

Hóast tapið í dag, so hevur Nations Cup verið góð fyrireiking hjá U18 monnunum undan EM-endaspælinum, sum byrjar mikudagin 7. august í Podgorica í Montenegro.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 9
Magnus Árason 3
Lýðar úr Dímun 2
Helgi Jakob Haldórsson 2
Pauli Rasmussen 1
Fríði Holm í Innistovu 1
Filip Haldansen 1
Erling Erlendsson 1
Jón Midjord 1
Jógvan Andreas Lamhauge 1

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni