Í morgin, hósdagin 22. mai kl. 17.00, verður HM-lutakastið hjá kvinnum. IHF hevur kunngjørt styrkismetingina, og eru Føroyar í triðju røð. Lutakastið kann stroymast her.


Í morgin, hósdagin 22. mai kl. 17.00, verður HM-lutakastið hjá kvinnum. IHF hevur kunngjørt styrkismetingina, og eru Føroyar í triðju røð. Lutakastið kann stroymast her.

Føroyar hava seinastu árini havt gott samstarv við íslendska hondbóltssambandi um ungdómslandsdystir. Soleiðis er eisini í ár og er talan um gentusíðuna. Fyrst fer U15-landsliðið til Íslands vikuskiftið 31. mai – 1. juni, meðan U17- og U19-kvinnulandsliðini hjá Íslandi koma á vitjan í Føroyum hálvan juni.

Nú fáast atgongumerkjapakkar til EM-dystirnar hjá Føroyum til keyps.

Ætlar tú til Oslo í januar 2026 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri menn, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í Unity arena?

Undanfarna vikuskiftið var EHF-forsetin, Michael Wiederer, á vitjan í Føroyum. Hann hevur áður vitjað øll limalondini í EHF, tó ikki Føroyar, men nú var endiliga høvi.

Ársins gallaveitsla var leygarkvøldið og vunnu hesi ársins heiðrar fyri kappingarárið 2024-25. Ársins heiðrar vóru latnir á gallaveitsluni, sum StÍF skipaði fyri í Bygdahúsinum á Strondum.

Vikuskiftið 6. – 8. juni verður stórsligin ungdómskapping í hondbólti fyri U17-menn í Føroyum. Talan er um nýggja kapping, rópt Nordic Open, í ár fyri aldursbólk 2008 og 2009, sum Hondbóltssamband Føroya skipar fyri. Hesir eru úttiknir at umboða Føroyar.

Tað er ikki bert okkara A-landslið við monnum og kvinnum, ið hava tryggjað sær luttøku í HM og EM endaspølum. Komandi árið eru 6 endaspøl á skránni.

Tað var greitt undan lutakastinum, at Oslo verður heimstaðurin hjá føroyingum til innleiðandi bólkaspælið í EM-endaspælinum í januar. Vertirnir høvdu ynskt at staðseta Føroyar í bólk D, hetta við atgongumerkjasølu fyri eyga. Við lutakastinum í Herning í kvøld, gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Slovenia, Montenegro og Sveis.

Stuðulsavtalan millum alifyritøkuna Mowi og HSF er longd fram til og við 2027. Longda avtalan varð undirskrivað í vikuskiftinum, har HSF var á smoltstøðini á Hellunum og alibrúkinum í Oyndarfirði og vitjaðu saman við við forsetanum í EHF, Michael Wiederer.