Beinagrindin

Samanlagt eru góð 200 bein í beinagrindini, har lærbeinið er tað longsta og tyngsta. Beinagrindin er umleið 15% av kropstyngdini.

Beinagrindin, sum onkursvegna er stativið í kroppinum, hevur fleiri uppgávur. Ein teirra er at bera og flyta kroppin saman við vøddum og spengrum. Beinagrindin verjir eisini fleiri av sárbæru gøgnunum. Skølturin verjir heilan, og ryggurin verjir mønuna. Rivjabeinini verja lunguni, hjarta og onnur týdningarmikil gøgn. Beinagrindin virkar eisini sum goymsla í kroppinum, eitt nú sum kálkgoymsla.

Við kropsligum virksemi styrkir tú beinagrindina, og hon búnast á rættan hátt. Mjólk, lýsi og rættur kostur styrkja eisini beinagrindina.

Har kropsbeinini koma saman eru liðir, so at kropsbeinini kunnu liðast. Vit hava eitt nú albogaliðin, ið er eitt hylki, sum heldur saman upp á beinini í ørmunum. Væta inni í hylkinum smyr liðirnar, og kropsbeinini hava brósk í endunum, so at tey tola at koma saman og samvirka.

Hvør einstakur liður er serbygdur til uppgávuna, sum liðurin hevur í kroppinum. Knæliðurin skal eitt nú bera tína kropsvekt, kunna toyggjast nógv og halda, so at tú ikki fellur til síðurnar.

Knæliðurin er ein kompliseraður hongslaliður, sum bara kann kreppast á ein hátt. Okkara mjadna- og akslaliðir eru afturímóti kúluliðir og kunnu tí bendast ymsar vegir.