Vøddar

Vøddarnir skapa rørslur og hjálpa til at halda javnvág í liðunum. Ein vøddi er samansettur av nógvum vøddatægrum, sum eru samlaðar saman í bundið. Bindivevnaður er runt hvørt vøddabundið, og í endanum samlar bindivevnaðurin seg til sterkar spengur, sum festa vøddarnar til beinagrindina.

Tað eru vøddarnir sum fáa liðirnar í rørslu. Vøddarnir virka at kalla ongantíð einsæris. Vanliga boyggir eitt vøddabundi liðin, og eitt annað vøddabundi strekkir liðin. Stundum samstarva fleiri vøddar til at skapa rørslu tvørtur um fleiri liðir, sum eitt nú í fótinum.

Stundum henda skaðar, har spengurnar eru festar í beinagrindina, tí ein venur ov hart ella ger óvandar rørslur. Vøddavevnaðurin viknar, um tú einki ger til nyttu. Tú mást brúka og tyngja vøddarnar regluliga, skulu teir menna seg.

Somuleiðis hevur tað stóran týdning, at vøddarnir um ein lið í kroppinum eru í javnvág, skal ein sleppa undan skaða, tvs. at vøddarnir framman- og aftanfyri eru eins sterkir.

Í hondbólti verður nógv kastað, og tí eru flestu rørslur um akslaliðin/bringuna frameftir. Tá vøddarnir til hesa rørslu gerast sterkari, er tað sera umráðandi at venja vøddarnar øvuta vegin, nevniliga vøddarnar, sum arbeiða aftureftir, t.d. við at rógva.

Umframt at vøddarnir um liðirnar eru í javnvág, hevur tað eisini týdning, at vøddarnir hjá hondbóltsspælara eru samskipaðir, so at kroppurin hevur tamarhald á rørslunum. Greitt verður frá um samskipanina í kroppinum í einum parti fyri seg.

Taka vit kastið í hondbólti, so byrjar tað við eini vríggjan í kokuni og harnæst vríggjar kropsbulurin. Síðani syrgja økslin, undirarmurin og handliðurin fyri, at bólturin hevur neyðuga ferð og rætta kós. Til ber at siga, at armurin er ein sleingja, og er ketan ov veik, viknar skotið samsvarandi. Sí Samskipanin í kroppinum.

 

Áhaldandi ella skjótir vøddar

Vøddarnir, sum hefta til beinagrindina, hava tvinni sløg av vøddatægrum, reyðar og hvítar. Tær reyðu binda væl ilt, eru áhaldandi, men megna ikki so væl at fremja nógva vøddamegi. Tær verða nevndar typa I.

Tær hvítu vøddatægrarnar eru ikki serliga áhaldandi, men kunnu skjótt, í mun til tær reyðu, menna nógva vøddaorku. Tær verða nevndar typa II, og talan er um tvinni sløg av hvítum vøddatægrum, typa IIa og typa IIx.

Flestu fólk hava millum 40-70% av reyðum vøddatægrum, meðan restin eru typa IIa ella typa IIx. Við venjing ber til at ávirka typu IIa til at blíva meira áhaldandi ella reyðar, men tað ber ikki til at broyta tær reyðu til skjótt at gera vøddaorku, tvs. gerast hvítar.

Gransking vísir, at rennarar og súkklarar v.m hava stundum nógvar reyðar vøddatægrar, meðan sprintarar og kastarar í frælsum ítrótti hava lutfalsliga fleiri hvítar vøddatægrar.

Ein loysn frá Sendistovuni