Rørslan í einum hondbóltsskoti setir krøv til styrkina og skjótleikan í vøddunum. Her kemur nervalagið inn í myndina, tí rørslurnar skulu samskipast, og tað er nervalagið, sum í høvuðsheitum stýrir samskiftinum og er týdningarmesti samskiftismiðilin í kroppinum.
Nervalagið er býtt sundur í tveir høvuðspartar; miðnervalagið og útnervalagið. Miðnervalagið er heilin og mønan, og útnervalagið er nervatræðrir frá miðnervalagnum og út til allar kropspartar.
Samskift verður við elektriskum signalum, sum ferðast sera skjótt ímillum ymsu kyknurnar og kropspartarnar. Umframt eygu, oyru, nøs og munn, so eru aðrir sansar, sum alla tíðina meta um støðuna uttan fyri og inni í kroppinum. Boðini verða send heilanum, sum metir um støðuna, tekur eina støðu og sendir boð út í kroppin, hvat skal gerast.
Fysiologisku skipanirnar í kroppinum menna seg ymiskt í barnaárunum, og tey fyrstu barnaárini er tað serliga heilin og nervalagið, sum mennast mest í kroppinum, og longu um 56 ára aldur er stórur partur mentur. (Aldersrelateret træning for børn og unge, DIF, 2011)
Heilin og nervalagið mennast, tá børn flyta seg, brúka sansirnar og verða stimbrað á ymsan hátt. Tørvur er á einum góðum og fjølbroyttum rørsluumhvørvi, um barnið skal menna heilan og nervalagið á ein hentan og skilagóðan hátt.
Samskipanin í kroppinum
Koordinatiónin eru evnini hjá kroppinum at samskipa ymiskar rørslur í mun til hvørja aðra og í mun til kringumstøðurnar. Henda samskipan ímillum nervalagið og vøddarnar mennist í fyrstuni, tá barnið á ymsan hátt verður stimbrað og flytir seg.
Av tí at henda samskipan er grundarlag fyri allari rørslulæru, skulu børnini royna seg í ymiskum torleikabreytum frá fyrsta venjingardegi, og samskipanin skal venjast øll barna- og ungdómsárini.
Tað er heilin, sum stýrir samanspælinum og setir í gongd teir vøddar og tær rørslueindir, sum brúk er fyri, so at ætlaða rørslan kann fremjast. Tað eru íborin evni og venjing, sum hava ávirkan á hetta samanspæl. Men tað ber til at betra samskipanina við at loysa nógv og áhaldandi nýggj rørslumynstur. Sum frá líður gerast rørsluroyndirnar fleiri, og samskipanin batnar samsvarandi.
Ein fjølbroytt rørslulæra eigur at fevna um avbjóðandi venjingar, har kroppurin skal royna javnvág, rútmu, reaktiónsevni, eyga-hond samstarv, og eyga-fót samstarv. Hesar avbjóðingar seta stór krøv til samskipanina og stimbra væl evnini hjá kroppinum at samskipa. Afturímóti vil einsíðug venjing vanliga geva góða samskipan, men innan fyri eitt avmarkað rørsluøki.
Tú kanst meta um evnini hjá barninum at samskipa við at eygleiða, hvussu barnið ger ymisk øvilsi. Loysir barnið flestu rørslurnar á hóskandi hátt, hevur barnið góð evni at samskipa.
Rørslumenningin í kroppinum
Royndir at fremja nógvar, ymiskar rørslur í nógvum ymiskum støðum eru gagnligar, tá frægast hóskandi rørslan skal veljast. Rørslur, sum ein hevur lært, verða goymdar sum sensoriskar og fatanarligar royndir ella rørslur, sum seinni kunnu nýtast eftir tørvi. Umfatandi rørsluroyndir menna motoriska skynsemið, sum aftur betrar evnini at læra rørslur.
Heilin uppfatar støðugt eina mynd av veruleikanum. Hetta gongur fyri seg í sensoriska økinum í heilanum, sum stýrir sensorikki/nertan. Motoriska økið í heilanum, sum stýrir rørslunum, er síð um síð við sensoriska økið. Her verður lagt til rættis, hvør rørsla skal nýtast, so at uppgávan, ið “veruleikin” krevur, eydnast.
Um ein verjuspælari stendur við ørmunum yvir høvd, uppfatar heilin henda veruleika í sensoriska økinum. Spælarin velur eitt lágt skot, har rørslurnar verða lagdar til rættis í motoriska økinum.
Tá ein rørsla eydnast fleiri ferðir, verður henda rørsla goymd sum eitt forrit í økinum fyri javnvág og vøddavirksemi, sonevnda lítlaheila. Jú fleiri ymiskar støður, jú fleiri forrit og møguligar rørslur verða goymdar í lítlaheila.
Motorisk venjing ella rørsluvenjing snýr seg tí um, hvørji krøv verða sett tí einstaka spælaranum.
Tá vit tosa um ítróttagreinar, har rørslurnar eru avmarkaðar og karmarnir læstir, eitt nú í dart, rógving og svimjing, verður í myndamáli sagt, at ein skørp mynd krevur eitt neyvt rørslusvar. Sama rørsla skal tí venjast umaftur og umaftur.
Í hondbólti er myndin stundum óklár, tí mótstøðan broytist og áhaldandi nýggjar støður eru. Tí er ikki so umráðandi at hava eina neyva rørslu, men harafturímóti at hava fleiri møguleikar at velja ímillum í mun til, hvat støðan krevur.
Orkuskipanir í kroppinum
Tá kroppurin brúkar vøddarnar, er tørvur á orku. Økti orkutørvurin hevur við sær, at andadrátturin verður títtari, og hjartað slær skjótari, so at blóðið skjótari kann føra iltina og føðsluevnini til vøddarnar, og at avlopsevni somuleiðis sleppa skjótari burtur.
Í kroppinum eru ymiskar orkuskipanir, sum samstarva og gera tað møguligt hjá kroppinum at broyta støðuna frá hvíld til arbeiði. Vøddarnir kunnu arbeiða við ella uttan ilt, tvs. at kroppurin hevur eina aeroba orkutilgongd, har ilt verður nýtt í umgerðini til orku, og eina anaeroba orkutilgongd, har ilt ikki er partur í umgerðini.
Seinna orkuveitingin uttan ilt ger nógva orku eftir stuttari løtu og hevur týdning, tá intensiteturin er høgur, ella tá knøpp skifti eru í rørslu og ferð.Tá kroppurin íðkar ítrótt, syrgja orkuskipanirnar eisini fyri, at kroppurin tillagar seg orkutørvin.
Skal kroppurin undir maksimalt arbeiði, tekur anaeroba orkuveitingin yvir, men kroppurin fær bara orku haðani eitt stutt tíðarskeið, og skal arbeiðið halda fram, má intenisteturin lækka munandi.
Aeroba orkutilgongdin tekur yvir aftur, pulsurin lækkar, og andadrátturin verður meira vanligur. Orkutilgongdirnar við ella uttan ilt kunnu mennast og betrast við venjing, so kroppurin eftir eitt venjingartíðarskeið kann avrika meira.