Tað krevur dirvi at vera málverji og dirvi kann venjast. Ungi málverjin kann venja at fáa bleytar bóltar á kroppin. Her eigur venjarin at kasta bóltarnar og ikki útispælararnir, so at bóltarnir raka kroppin, har ætlanin er at raka. Málverjin kann standa aftan fyri eitt net, meðan spælararnir kasta eftir honum, soleiðis venur hann seg við at hyggja, meðan hann fær bóltar ímóti sær.
Seinni, um 14-15 ára aldur, byrja spælararnir at skjóta munandi harðari. Tað er ofta ein hvøkkur fyri málverjar, men kann fyribyrgjast við styrkivenjing. Tú styrkir armar og akslar, og leggur eitt lag av vøddum á kroppin, eisini økist sjálvsálitið og dirvi batnar.