Ymisk menningarstig

 

Stig 1 – Royndarstig: (U8–U10)

● Allir spælarar skulu royna at vera málverjar
● Síggja møgulig evni
● Vanliga er ávíst fráfall
● Eingin beinleiðis málverju-venjing

 

Stig 2 – Skúling: (U12–U14)

● Stór “motorisk” menning (fáa røttu rørslurnar inn)
● Miðvís málverju-venjing
● Grundvenjing og grundrørslur
● Ikki venja persónligan stíl (“typu” av málverja)

 

Stig 3 – Menning: (U14–U18)

● Smidleiki – samskipandi rørslur og fimleik
● Styrki – fyrst og fremst kroppsbulur
● Kvikleiki
● Kondi
● Menna persónligan stíl

 

Stig 4 – Víðari menning – optimering (18+)

Uppgávan hjá málverjanum er:

● at verja fyri skoti ímóti málinum og harvið forða mótstøðuliðnum at fáa mál
● at byrja eitt álop og við góðum útkasti seta eitt skjótálop í gongd
● at hjálpa til at stýra verjuni og skjótverjuni
● at forða mótstøðuliðnum at fáa fyrimun eftir langt útkast

 

Krøv til unga málverjan:

● standa rætt í málinum
● hava dirvi
● góðar samskipandi rørslur
● góðan teknikk
● góða reaktión
● kvikleika

 

Venjing til málverjar:

Tá tosað verður um venjing til málverjar, skal venjingin snúgva seg um málverjan og ikki um útispælararnar.

Minnist til, at:
● málverjin skal hava framgongd. Eigur at bjarga 70-80% av skotunum
● málverjin skal ikki gerast so troyttur, at dygdin í venjingini minkar
● endamálið skal vera greitt. Fokusera á málverjan og ikki skjúttarnar

Ein loysn frá Sendistovuni