Grundstøða – at vera tilreiðar
Fyri at hava besta útgangstøði at bjarga einum skoti, skal kroppurin verða í góðari javnvág. Og fyri at fáa góða javnvág, skal málverjin standa í lítlari gleivstøðu, og við eitt lítið sindur boygdum knøum. Allur fóturin skal nerta við gólvið, tó skal vektin vera á forfótinum. Armarnir skulu haldast uppi og út frá síðuni – eitt sindur frammanfyri kroppin. Tað er týdningarmikið, at armarnir kennast “leysir” t.v.s leysar og hvílandi liðir.
Grundrørslur – beinini
Fyri at brúka beinini á besta hátt, er neyðugt at læra at “lata upp í mjadnunum”. T.v.s. at lærbeinið í mjødnini dreygar. Tað krevur nógva venjing, men er ein fyritreyt fyri at náa út við beininum og gera tað skjótt.
Grundrørsla – javnvág
Tá málvejin skal bjarga skoti niðarliga í málinum, er umráðandi at málverjin hevur vektina frammaliga á kroppinum, t.v.s. at yvirkroppurin er eitt vet framman fyri beinini, og skal málverjin niður við ørmunum, skulu teir vera framman fyri knæið. Hetta er fyri at varðveita javnvágina. Er kroppsvektin ov aftarliga, missir málverjin javnvágina.
Ein góður máti at venja børnini hesar venjingarnar er at spæla við luftballónum – út við beininum, niður við arminum og sláa ballónina uppaftur. Um 14-16 ára aldur kann ballónin skiftast út við ein badmintonbólt.
Her sær venjarin hvussu rørslurnar eru og kann rættað møguligar skeivleikar.
Grundrørsla – standa rætt og flyta seg rætt
Málverjin skal flyta seg soleiðis, at hann altíð hevur besta útgangstøði at bjarga einum skoti. Hann skal flyta seg í einum boga frá stong til stong, og hann skal altíð vera ímillum spælaran við bóltinum og miðjuna í málinum.
Til ber at venja málverjan, hvar hann skal standa í málinum, við at knýta 4 elastikk í hvørt horn í málinum. Gang í ein boga eftir 3 metur linjuni. Lat málverjan eisini royna at halda elastikkunum – so sær hann, hvussu skjúttin sær málið.
Grundrørsla – at bjarga (paradur)
Ungi málverjin skal læra at bjarga við báðum ørmunum ella báðum hondunum. Tað er torført at miðja eftir, hvar bólturin kemur, tí eru størri sannlíkindi at bjarga, um ungi málverjin brúkar báðar armarnar. Seinri, um 12-14 árs aldurin, byrjar málverjin at læra at bjarga við einum armi.
Grundrørsla – Taktikkur
Læra málverjan at lesa spælið og vita, hvar skotið kemur – læra at flyta seg rætt og plasera seg, har skotið kemur.