Ársins gallaveitsla er í kvøld og hesi hava vunnið ársins heiðrar í hondbólti kappingarárið 2022-23.


Ársins gallaveitsla er í kvøld og hesi hava vunnið ársins heiðrar í hondbólti kappingarárið 2022-23.

Kappingarárið í hondbólti er av, men eru ungdómslandsliðini nú farin undir regluligar venjingarnar fram ímóti spennandi uppgávum í summar. Venjingarnar byrjaðu Kristi Himmalferðardag og halda fram til kappingarnar í summar.

Hákun West av Teigum er í uppskoti til ársins høgra vong til EHF Excellence Awards 2023.

Bert 42 atgongumerki eru eftir í føroysku sektiónini til EM-endaspælið hjá manslandsliðnum í Berlin.

Komandi leygardag, 27. mai, verður hondbóltsgallaveitslan 2023. Byrjað verður kl. 17.30 í høvuðsætinum hjá BankNordik, har ársins heiðrar verða latnir. Hareftir verður veitsla í Dansifrøði, sum Neistin skipar fyri.

H71-menn tryggjaðu sær í kvøld FM-heitið 2023 eftir fjórðu finaluna móti VÍF. H71 kunnu nú rópa seg føroyameistarar og greipuvinnarar 2023, bæði hjá monnum og kvinnum.

Nú fáast atgongumerkjapakkar til EM-dystirnar hjá Føroyum til keyps.

Ætlar tú til Berlin í januar 2024 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri menn, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í Mercedes-Benz arena?

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður sunnudagin 11. juni klokkan 13.00 í skúlanum í Vestmanna.

Hondbóltssambandið og høvuðsstuðulin seinastu 7 árini, BankNordik, hava í gjár undirskrivað og longt sponsorsamstarvið fyri komandi tvey árini.