Venjararnir Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava úttikið hesar 16 leikarar til U21 HM-endaspælið í Týsklandi.


Venjararnir Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava úttikið hesar 16 leikarar til U21 HM-endaspælið í Týsklandi.

Føroysku U21-mennirnir spældu ein væl betri dyst í dag í mun til dystin í gjár móti Íslandi, sum okkara taptu 31-23. Føroyingar vunnu 31-30 í dag, eftir at okkara vóru frammanfyri 17-12 í hálvleikinum.

Føroysku U17-mennirnir taptu eisini seinna venjingardystin móti Íslandi. Úrstlið gjørdist 34-28, eftir 18-13 til íslendingar í hálvleikinum.

Føroyska U21-landsliðið tapti greitt 31-23 fyri íslendingum í kvøld, eftir hálvleiksstøðuna 15-11 til íslendingar.

Føroysku U17-dreingirnir spældu ein tættan og gevandi venjingardyst móti Íslandi í dag, sum Ísland vann 26-24, eftir javnleik 13-13 í hálvleikinum.

Í vikuskiftinum møtast íslendsku og føroysku U17- og U21-landsliðini í Kaplakriki, høllini í Hafnafirði. Dystirnir kunnu stroymast her: HSÍ – YouTube

– At hondbóltslandsliðið nú hevur spælt seg í endaspælið er ein stórhending, ið krevur, at vit øll standa saman. EM-luttøkan er vorðin veruleiki – men tað er ein dýrur veruleiki. Tí fær Hondbóltssambandið nú hálvatriðju millión frá Betri Stuðulsgrunninum at nýta í sambandi við EM, sigur Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri.

Leygardagin var ársins gallaveitsla og ársins heiðrar vóru latnir. Her sæst fult yvirlit yvir hvussu atkvøðurnar vóru latnar.

Komandi vikuskiftið fara føroysku U17- og U21-manslandsliðini til Íslands, har liðini fara at spæla tveir venjingardystir hvør móti Íslandi.

Eftir at pakkaatgongumerkini til EM-dystirnar hjá Føroyum hava verið til sølu í eina tíð, koma nú dagsatgongumerkini til sølu. Sølan byrjar mikudagin 31. mai kl. 11.00.