Alifyritøkan Mowi og HSF hava longt stuðulsavtaluna, og verður Mowi sostatt stórstuðul hjá HSF eisini í 2024 og 2025.


Alifyritøkan Mowi og HSF hava longt stuðulsavtaluna, og verður Mowi sostatt stórstuðul hjá HSF eisini í 2024 og 2025.

Føroysku 19-kvinnurnar tóku væl og virðilig hevnd fyri trý-máls tapið fyri Íslandi í gjár. Føroyar spældu ein heilt framúr dyst og vunnu 31-25, eftir at okkara vóru frammanfyri 15-11 í hálvleikinum.

Eftir eitt-máls tapið í gjár, gjørdist aftur talan um ein sera spenanndi U-17 dyst í dag millum Føroyar og Ísland. Dysturin endaði javnur 27-27, eftir at Ísland hevði verið frammanfyri 15-9 í hálvleikinum.

Seinni dysturin dysturin millum U15-genturnar hjá Føroyum og Íslandi var meinlíkur tí fyrra. Meðan Ísland vann við 4 í gjár, gjørdist úrslitið í dag 23-17, eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Ísland.

Føroysku U19 kvinnurnar vóru betri í fyrra hálvleiki, men megnaðu ikki at halda tørn í seinna. Ísland vann dystin 29-26, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 12-10 í hálvleikinum.

Føroysku U17-kvinnurnar vóru akkurát ov stuttar móti Íslandi. Ísland skoraði í síðsta sekundi til 24-23, eftir 15-13 í hálvleikinum til Føroyar.

Hóas tap, so spældu føroysku U15-kvinnurnar ein fínan landsdyst móti Ísland. Talan var um teirra fyrsta landsdysti. Ísland vann dystin 26-22, eftir hálvleiksstøðuna 12-9.

Nýggjur venjari er settur til a-landsliðið hjá kvinnum. Talan er um danan Claus Mogensen.

Stórfingna gávan frá Betri Stuðul tryggjar, at grundleggjandi virksemið hjá HSF ikki verður ávirkað av EM-luttøkuni hjá manslandsliðnum í Berlin í 2024.

Komandi vikuskiftið kemur Ísland á vitjan við teirra U15-, U17- og U19-kvinnulandsliðum. Landsdystir verða leygardagin í Høllini við Streymin og sunnudagin í Vestmanna. Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo.