Tíðindi

Nær skal eg velja?

29. oktober 2019

Er neyðugt hjá børnum at halga seg eina ítróttagrein fyri at røkka langt? Hvussu ofta og hvussu nógv ymiskt kunnu børn og ung venja? Hvat er talent og hvussu kemur tað til sjóndar?

Leikaramenning 2019/20 byrjað

28. oktober 2019

Ársins fyrsta leikaramenning hevur verið um vikuskiftið fyri hondbóltsleikarar føddir í 2006. Vant var í Hoyvíkshøllini. Samanlagt vóru gott 100 børn. Hvør aldursbólkur er til leikaramenning fýra ferðir um árið.

Mynd: Eileen Sandá

SMS-deildin: VB – H71 útsettur

4. oktober 2019

Dysturin í SMS-deildini í morgin, leygardagin 5. oktober, millum VB og H71 er útsettur vegna óvissurnar um veðurforsøgnina og hetta í mun til avmarkingarnar hjá ferðamannaskipinum Prince.

Gott avrik móti Rumenia

29. september 2019

Føroyska kvinnulandsliðið spældi ein av sínum heilt góðu dystum móti hálvfinalistunum frá seinasta EM, Rumenia. Úrslitið av dystinum gjørdist 25-20 til Rumenia, eftir at Føroyar var á odda 12-11 í hálvleikinum.

Misjavnt – men glottar

25. september 2019

Føroyska kvinnulandsliðið tapti í kvøld 28-16 fyri Póllandi í fyrsta dystinum í EM-undankappingini. Hálvleiksstøðan var 12-8 til Póllands.

30 til dómaraskeið í Klaksvík

25. september 2019

Týskvøldið varð hol sett á rundferðina hjá HSF, har dómaraskeið verður hildið fyri feløgunum runt landið. Skeiðið hesaferð var í KÍ–Høllini fyri Stjørnuni og Team Klaksvík, har venjarar, dómarar, leikarar og fólk við dómaraborðið, vóru møtt.

FM1-avtalan heldur fram

17. september 2019

HSF og FM1 hava longt avtaluna um miðling og útvarping av hondbóltsdystum í lands- og steypakappingini, umframt landsdystum. Hetta er triðja árið HSF og FM1 samstarva um hondbóltsmiðling.

Ein loysn frá Sendistovuni