Hóast teir vóru væl við fyrstu løtuni, so dragnaðu hoyvíkingar og taptu 27-21 fyri RK Partizan Beograd, eftir hálvleiksstøðuna 14-11 til serbarnar.


Hóast teir vóru væl við fyrstu løtuni, so dragnaðu hoyvíkingar og taptu 27-21 fyri RK Partizan Beograd, eftir hálvleiksstøðuna 14-11 til serbarnar.

Kvinnulandsliðið rakti ikki dagin, tá tær taptu 27-24 fyri Kosovo í dag. Dysturin kendist sum ein long niðanbrekka, har fá ting riggaðu og fáir marginalar koppaðu til okkara.

Fyrri HM-playoff dysturin millum Føroyar og Kosovo verður í kvøld, hóskvøldið, kl. 18.30.

Komandi fríggjadag og sunnudag skulu H71-menn í eldin í European Cup.

Í døgunum 8. – 17. november vitjar ÍSF kring landið við spennandi framløgum fyri nevndarlimir, sjálvboðin, venjarar, íðkarar, foreldur og onnur áhugað.

Seinni landsdysturin millum Føroyar og Ísland endaði eisini við 5-máls muni. Úrslitið gjørdist 27-22 til Íslands.

Hóast nøkur mál á muni, so spældu føroysku kvinnurnar ein góðan og læruríkan dyst móti Íslandi á Skála í dag.

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti ávikavist Íslandi og Kosovo í næstum.

Leisturin fyri Faxe Kondi kappingina er broyttur eitt sindur og verður innleiðandi bólkaspælið leikt fyri jól, meðan hálvfinalur og finalur liggja, sum tær plaga, í februar. Byrjað verður í annaðkvøld, mikukvøldið, í Hoyvíkshølllini, við undandysti millum H71 2 og Kyndil 2 hjá monnum. Vinnarin sleppur við í bólkaspælið saman við liðunum úr Burn deildini.

Spennandi starv sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya er nú leyst at søkja.