Tíðindi

Utskifting í hópinum

9. mars 2023

Eftir ein framúr dyst móti Rumenia í gjár, har Føroyar vunnu 28-26, gongur leiðin í dag til Bukarest, har seinni dysturin verður leygardagin kl. 15.00.

Knúgvaðu Rumenia 28-26

9. mars 2023

Við einum framúr fyrra hálvleiki, har støðan var 15-9, løgdu okkara lunnar undir ein framúr 28-26 sigur á Rumenia og eru enn við í dystinum um EM-plássini.

Sáttmálin við Peter Bredsdorff longdur

6. mars 2023

Á tíðindafundi í dag, í sambandi manslandsdystirnar millum Føroyar og Rumenia, var eisini kunngjørt, at sáttmálin við Peter Bredsdorff-Larsen, landsliðsvenjara, er longdur til januar 2026.

StÍF kæra avvíst

6. mars 2023

Aganevndin hevur mánadagin sent StÍF fráboðan um, at kæran, sum StÍF sendi inn eftir landskappingardystin A150 millum mansliðini hjá StÍF og VÍF, er avvíst.

U19-menn spennandi lutakast

3. mars 2023

Føroysku U19-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk H saman við Svøríki, Iran og Burundi.

Ingi og Agnar venja U06-kvinnur

1. mars 2023

HSF hevur gjørt avtalu við Inga Olsen og Agnar Joensen um at standa á odda fyri U06-landsliðnum hjá kvinnum næstu tvey árini. Talan er um gentur føddar í 2006 og 2007.

Sonni takkar fyri seg

28. februar 2023

Tað er nú greitt, at Sonni Larsen takkar fyri seg sum venjari hjá kvinnulandsliðnum og U17-landsliðnum. Sonni hevur fingið venjarastarv hjá mansliðnum Viking TIF í Bergen í Noreg.

Lutakast hjá U17- og U19-kvinnum

28. februar 2023

U17- og U19-kvinnulandsliðið skulu kappast í spennandi EHF-championship kappingum í summar. Lutakast var í dag til hesar kappingar. Bæði liðini hava fingið ein spennandi bólk, har okkara hava møguleikar. Liðini spæla um at vinna seg víðari til EM og HM.

Steypavinnarar 2023

28. februar 2023

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum, og ongantíð áður hava so nógv fólk vitjað í høllini til finalurnar. Heili 18 finalur blivu leiktar, harav fleiri vóru serstakliga spennandi. Harumframt var eisini frálíka finalutiltakið saman við Eydnudeildini, sum eydnaðist sera væl.

Ein loysn frá Sendistovuni