Fintur

Tá spælari fintar, er endamálið at lumpa mótstøðuspælaran, so hesin heldur, at álopsspælarin fremur eina ávísa atsókn, men sum í staðin fremur eina aðra atsókn. Eitt nú kann tað vera, at álopsspælarin hóttir við skoti, men roynir seg ístaðin við gjøgnumbroti. Álopsspælari kann eisini lata sum um, at hann kastar til høgru, men kastar ístaðin øvuta veg.

Ein finta er býtt sundur í tríggjar partar; eina róliga rørslu, har spælarin lumpar, eina kvika rørslu, har spælarin vinnur sær fyrimun, og at enda sjálvt skotið ella kastið, har rørslan er tengd at støðuni.

Skal fintan eydnast, er umráðandi, at hóttanin, tvs. atsóknin sum skal sníta mótstøðuspælaran, er sannførandi. Í øðrum lagi skal spælarin vinna sær tíð og pláss við kvikari rørslu, áðrenn sjálv atsóknin endar við skoti ella kasti.

Tað finnast nógvar fintur, men allar krevja somu grundleggjandi rørslur: at spælarin steðgar sum skjótast og í javnvág, at spælarin skjótast gjørligt flytir seg víðari og skiftir samstundis kós.

Hesar grundleggjandi rørslur, so sum at lakka, hoppa beint fram og til síðurnar, kunnu hóskandi verða partur í upphitingini.

Tá spælarar venja fintur, skulu teir fyrst venja teir tríggjar partarnar í fintuni eftir formliga venjingarháttinum. Tá spælarin skilur einstøku partarnar, og hvussu fintan er samansett, eigur spælarin at royna seg ímóti verjuspælara. Um somu tíð eigur venjarin at geva spælaranum møguleikan at menna sín egna teknikk at finta. Tað ber altíð til at venda aftur til formliga venjingarháttin.

Ein loysn frá Sendistovuni